12Mars25 B3A7549
14-03-2025

Alvalon tekur skap

Útbyggingin av dagstovninum Alvalon í Sørvági gongur væl. Flagið varð loyst í september, og nú í mars er betongarbeiðið um at vera liðugt og stálið er sett upp. 

Hesa vikuna hevur verið gjørt klárt til timburelementini, sum verða reist í dag. Samstundis verður farið at skildra av. Tá ið tað er liðugt, kemur tekingin fyri. 

Um alt gongur sum ætlað, verður arbeiðið liðugt 1. september í ár – og tað vænta vit, fer at halda.