
10-04-2021
Lærlingar staðið sveinastykkið
Beint fyri páskir stóðu Dánial Rógvi Høgnason Johannesen, Jens Kristjan Magnussen og Christian Vilhelm Jacobsen, byggismiðir, sveinastykki sítt á Tekniska skúla í Odense. Samstundis stóð Tonni á Krákusteini, múraralærlingur, sítt sveinastykki á Tekniska skúla í Hjørring. Nú er bara lærutíðin eftir, so fáa teir sveinabrævið.
Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við góðu úrslitunum og alt tað besta í framtíðini.