
18-11-2022
SÁTTMÁLI UNDIRSKRIVAÐUR VIÐ HVANNASUNDS KOMMUNU
Hvannasunds kommuna og Articon hava skrivað undir sáttmála um at stykkja út grundøkir í Gerðhamri í Hvannasundi. Talan er um ein sáttmála um útstykking av 12 grundøkjum, atkomuveg og parkingsøkið.
Útstykkingin skal verða liðug í juni mánaða 2023.
Á myndini síggja vit Katrin Næs, borgarstjóra í Hvannasunds kommunu og Jón Sigurdsson, stjóra í Articon.