
05-11-2022
Fleiri fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing hjá Articon
Tað hevur verið vanligt hjá Articon at taka fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing. Soleiðis hevur tó ikki verið seinastu tvey árini fyri koronu, men nú er alt aftur við tað góða. Fyri stuttum vóru tveir næmingar frá Sandoyar meginskúla í starvsvenjing hjá okkum, og í løtuni eru tveir frá Vestmanna skúla. Í vetur koma fleiri frá skúlum í Havn, og ætlanir eru eisini lagdar um næmingar næsta ár. Í starvsvenjing nú eru Ai Waagstein og Per Magnussen Jacobsen úr Vestmanna. Ai er á HR-deildini og fíggjardeildini, og Per er á byggideildini. At hava fólkaskúlanæmingar í starvsvenjing er týðandi partur av samfelagsábyrgdini hjá Articon.


