
26-10-2022
Ási Dalheim útlærdur handverkari
Í morgun var hugnaløta á byggiplássinum í Árnafirði. Her varð tað markerað, at Ási Dalheim er liðugur við læruna sum handverkari. Ási tók bókliga partin av útbúgvingini hjá AMU í Odense. Her móttók hann silvur fyri góða úrslitið. Á samkomuni í morgun móttók Ási sveinabrævið. Vit ynskja Ása hjartaliga tillukku við útbúgvingini. Ási heldur á fram í felagnum.