
28-12-2022
20 ára starvsdagar á Articon
Beint undan jól skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fóru í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá. Millum annað vórðu heiðrað trý starvsfólk, sum øll høvdu havt 20 ára starvsdag í 2022. Martin Petersen og Heðin Johannesen hava báðir verið í felagnum síðani 2002. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni. Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum!