
07-01-2023
Jákup Klein Hansen liðugur við sveinastykkið
Jákup Klein Hansen, timburlærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir í gjár, har sveinastykkini vóru víst fram.
Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Jákup verður útlærdur. Vit ynskja Jákupi hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.
Her síggja vit Jákup og Vilhelm Jacobsen, meistara hjá Jákupi í ArtiCon avmyndaðar úti á Glasi.