
24-04-2024
15 landmátarar á skeiði
ArtiCon og SITECH í Danmark skipa í hesum døgum fyri førleikamennandi skeiði í byggivinnuni. Evnið er talgild landmáting við Trimble Business Center. Skeiðið verður hildið á Hotel Brandan. 15 luttakarar frá fleiri fyritøkum og stovnum eru við, og teir lata væl at skeiðnum.