Viðareiðis tunnilin 2016.jpg
12-09-2016

Viðareiðistunnilin avhandaður

23. juni 2014 setti Jørgin Niclasen táverandi landsstýrimaður spakan í fyri verkætlanini at gera ein 1.939 metrar langan tunnil og 3.700 metrar av tilkoyringarvegum Hvannasundsmegin og úr Miðdali til bygdina á Viðareiði.

Verkætlanin, sum er framd í samtaki við norsku fyritøkuna LNS, hevur gingið sera væl og fríggjadagin 2. september 2016 - 7 mánaðir fyrr enn tíðarásetingina - kundi Hendrik Old landsstýrismaður í samferðslu-málum alment opna tunnilin.

Vit takka Landsverki, LBF, Spenn, Viðareiðis- og Hvannasunds kommunu fyri gott og konstruktivt samstarv. Eisini takka vit viðoyingum og norðoyingum fyri tolsemi, hjálpsemi og ikki minst fyri blíðskapin, tit hava sýnt okkum. Hjartaliga tillukku við tunnli og nýggja vegakervinum.