18-09-2024

Jens Jákup Olsen 70 ár

Í morgun var hugnaløta á verkstaðnum hjá ArtiCon á Hjalla. Tað var Jens Jákup Olsen, arbeiðsmaður á verkstaðnum hjá Articon, sum fyllur 70, og tað skuldi feirast.

Tað er gott at hava fólk í øllum aldri á liðnum, og hjá ArtiCon er 67 bara eitt tal í so máta. Bara ein orkar og heldur seg til.

Hjá Jens Jákup sæst ikki høgg á føti. Hann arbeiðir fulla tíð og heldur áfram í starvinum, og tað fegnast vit um.

Hjartaliga til lukku við runda degnum, Jens Jákup, og alt tað besta.