22-02-2024
Høll 2 hjá ArtiCon markerað 3 ár (1095 dagar) uttan óhapp við fráveru
Tað eru 3 ár síðani, at Articon tók Høll 2 í nýtslu. Har kunnu vit í tryggum og vælskipaðum umstøðum við alskins hentleikum innan bæði ergonomi og arbeiðsumhvørvi framleiða timburelementir v.m. trygt og munagott.
Hendan løtan bleiv hátíðarhildin við eini goðari rómakøku og nøkrum oðrum um trygd.
Hjá okkum er høvuðboðskapurin, at arbeiðsfólkini hvønn dag koma ferðug heim frá arbeiði. Fyri at røkka hesum setningi krevur tað, at okkara fólk eru ein virkin partur av trygdararbeiðinum. Á Sundi ganga tey høgt uppí at at ansa eftir sær sjálvum og sínum starvsfeløgum, eins og vit gera á øllum okkara verkætlanum.
Vit halda áfram við tí góðu gongdini at uppbyggja eina sterka trygdarmentan á okkara plássum. Okkara trygd - mín ábyrgd.