
19-07-2024
ArtiCon aftur í Grønlandi
Síðst í mai fóru fólk frá ArtiCon til Vesturgrønlands at arbeiða. Standast skuldi fyri stoypiverkætlan í einum námi í Kangerlussuaq. Har skuldi planerast, og stoypast skuldu fundament, gólv og veggir. Seks vikur, so var tað avgreitt, og hóast óhøgligt og fjarskotið, so gekk av tí besta.
Hetta er triðja ferðin, at ArtiCon stendur fyri verkætlan í Grønlandi.