
20-06-2024
Arbeiðið á Eystari bryggju í Havn farið ígongd
13. mai skrivaðu vit á heimasíðu okkara her, at arbeiðið at gera nýggja høvuðsskrivstovu, farstøð og pakkhúsi umframt tilbygning og innskrivingarklyvum á Eystaru bryggju fór ígongd í juni. Hetta hendi í dag!
Borgarstjórin Heðin Mortensen setti hol á úti á Molanum, har nýggja farstøðin kemur at standa. Sostatt er byggingin av nýggju farstøðini farin í gongd.
Farstøðin úti á Molanum verður samanlagt yvir 8.000 fermetrar til støddar. Ráðgevar eru Henning Larsen Arkitektar (Ósbjørn Jacobsen), LBF Ráðgevandi Verkfrøðingar, PBC og Verk.fo. Tað er Articon, sum byggir nýggju farstøðina.