
12-12-2022
Í starvsvenjing hjá Articon
Magnus Poulsen Kragesteen hevur seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing hjá Articon. Dagliga gongur Magnus í 9. flokki í skúlanum á Fløtum í Havn. Magnus hevur millum annað roynt seg innan timbur, maskinsmíð og verið í tænastutoyminum. Vit ynskja Magnusi bestu eydnu víðari í skúlagongdini. Aðrir skúlanæmingar hava eisini verið í starvsvenjing hjá Articon frá augustmánaði. Millum annað frá Vestmanna skúla, Meginskúlanum á Sandi og Eysturskúlanum í Havn. Onkrir næmingar hava longu nú gjørt avtalu fyri 2023. Frá Articon verður sagt, at tað er sera gevandi og spennandi at hava raskar skúlanæmingar í starvsvenjing, so at teir fáa høvi at uppliva byggivinnuna og kanska nema sær framtíðar útbúgvingar á júst hesum øki.