
18-10-2023
120 ára føðingardagur á Articon
Í morgun hevur ein hugnaløta verið á Hjalla, nú tveir starvsfólk á liðnum hava fylt runt. Jóhannus Berthelsen hevur fylt 60 ár og somuleiðis hevur Jákup Guttesen fylt 60 ár. Til samans 120 ár.
Vit á Articon ynskja teimum báðum hjartaliga til lukku við døgunum og alt tað besta í framtíðini.