
23-09-2022
Lærlingadagurin 2022
Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum. Hesa ferð var farið til Vestmanna. Byrjað var við at ganga niðan í Gjónna, har Gunndur Fossdal tók ímotí liðnum. Síðani var vitja á fleiri verkætlanum hjá Articon, har Báðrur R. Johannesen, byggileiðari, kunnaði um arbeiðið. Dagurin endaði við, at Gunndur Fossdal grillaði og onkur kapping um trygd og trivnað var á skrá. Dagurin eydnaðist sera væl í góð veðrinum í Vestmanna. Lærlingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nøkur ár.