
27-09-2024
ÁRNI ARI LIÐUGUR VIÐ SVEINASTYKKIÐ
Árni Ari Joensen, húsasmiðslærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasi nú seinnapartin.
Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Árni Ari verður útlærdur. Vit ynskja Árni Ara hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.
Á myndini síggja vit Árna Ara saman við sínum sveinastykkið á verkstaðnum í Glasi og móttøkuni av prógvhandanini.