
27-08-2021
Lærlingadagurin 2021
Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum. Hesa ferð var farið norðureftir. Byrjað var við morgunmati á Sjómansheiminum í Klaksvík. Síðani vóru tiltøk um trygd, trivnað og lærlingaviðurskifti á skránni. Seinnapartin var skipað fyri einum gangitúri við Pól Sundskarð sum leiðara. Dagurin endaði við døgurða í Árnafirði og skjóttgangandi báti aftur til Klaksvíkar. Lærlingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nøkur ár.