![10 ára starvsdagur 2016.JPG](https://articon.cdn.fo/savn/1221/10-ára-starvsdagur-2016.jpg?width=667&rmode=upscale&t=130434716&s=ygHD6nzpsx8wmBg_-vE5tycYA3M)
22-12-2016
Fimm starvsfólk hjá ArtiCon 10 ára starvsdag
Í dag var hátíðarløta á Hjalla, har fimm av starvsfólkunum hjá ArtiCon vóru heiðraði í samband við teirra 10 ára starvsdag. ArtiCon byrjaði sítt virksemi í 2001. Stórsta virði í felagnum øll hesi árini hevur verið og eru starvsfólkini. Felagið hevur upplivað stóran vøkstur í starvsfólkahópinum hesi seinasti árini. Í dag telur felagið gott 200 starvsfólk.