DSC00662.JPG (2)
28-02-2017

Jana Djurhuus útlærd

Á samkomu í dag á skrivstovuni hjá Articon var hátíðarløta fyri Janu Djurhuus. Jana er í dag liðug við útbúgvingina sum skrivstovukvinna. Jana byrjaði í skrivstovulæru innan fyrisiting hjá Articon 1. Desember 2014. Jana hevur starvast innan øll øki í fyrisitingini í Articon, og bókligu førleikamenningina hevur hon fingið á Glæsir í Havn. Jana heldur á fram sum skrivstovukvinna í fyrisitingini á Articon. Í alt seks fólk starvast í fyrisitingini hjá Articon í dag. Ein av hesum seks starvsfólkum er lærlingur. Á samkomuni í dag fekk Jana handa blomstur frá stjórnini í samband við stóra dagin. Articon ynskir Janu hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini.