6Mars25 0038 D
07-03-2025

ArtiCon fyrireikar stórar oljutangar á Hulki

Á Hulki á Strondum fyrireikar ArtiCon nú uppsetingina av tveimum stórum oljutangum á staðnum. Tangarnir verða 17 metrar høgir og 14 metrar breiðir, og byggiharri er oljufelagið Krafta.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at gera fundamentið, har tangarnir skulu standa, og at stoypa garð rundan um. Eisini verður gjørt eitt trygdarpláss til tangabilar at nýta í sambandi við áfylling.
Tangarnir verða fluttir til Føroya við skipi. Tá ið teir koma, fara kranar hjá ArtiCon og Løvubetong at lyfta teir av skipinum og seta teir upp.
Verkætlanin væntast liðug seint í vár.