24Sep24 B3A8766
29-11-2024

ArtiCon tveir nýggjar bilar á Blandistøðina

ArtiCon fekk fyri stuttum tveir nýggjar bilar – ein trekkjara frá Stiholt og ein sliskubil frá Dabema. Trekkjarin er ein Scania R 660 við 660 hestakreftum, og sliskubilurin ein Mercedes-Benz Arocs 3751 við 10 kubikk putzmeister-trumlu og 510 hestakreftum.

Bilarnir eru útgjørdir við øllum tí nýggja innan trygd og útlát. Scaniabilurin er serliga spennandi, tí hann er fyrsti bilur í Føroyum við tí komandi sensorplattforminum, ið fer at gera tað tryggari at vera lastbilsjaførur við sínum talgilda yvirliti yvir ferðsluna og yvir fólk og súkklur, ið vera kunnu við bilin.

Umframt bilarnar hevur ArtiCon eisini útvegað sær ein nýggjan 40 tons sementtanga til at flyta sement av blandistøðini á Sundi til aðrar støðir kring landið.