25Aug23 0319 Web
31-08-2023

Bygningur til framleiðsluna hjá Havsbrún

Nú í summar fór Articon undir at gera nýggjan framleiðslubygning til Havsbrún. Talan er um heildararbeiðstøku. Verandi bygningur skal eitt nú takast niður, gravast skal út fyri fundamentum til nýggjan bygning og leiðingar skulu leggjast. Betongarbeiði er stórur partur av uppgávuni. Ætlandi verður bygningurin liðugur fyrst í 2025.