
11-09-2023
Lærlingar og arbeiðsleiðarar vitjaðu á Sornfelli
Fríggjadagin var árligi lærlingadagurin hjá Articon, har lærlingar og arbeiðsleiðarar okkara vitja eitthvørt forvitnisligt byggiverk saman. Hesa ferð varð farið niðan á radarastøðina á Sornfelli. Eitt stórt og spennandi arbeiði, sum tað tók trý ár at gera, frá 1959 til 1962. Tá ið tað var upp á tað mesta, arbeiddu 150 fólk á støðini. Lærlingadagurin endaði við eini felags máltíð og eydnaðist sera væl.