DSC02832 Editedfacebook
07-07-2020

Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum.

Verkætlanin at bora tunnilin millum Trongisvág og Hvalba er nú komin so mikið áleiðis, at í dag varð tunnilin skotin ígjøgnum. Tunnilin er 2.540 metrar til longdar. Nú verður farið undir at gera tunnilin og koyrivegirnar frá tunnilsmunnunum lidnar.

Arbeiðið hevur higartil gingið so mikið væl, at tunnilin væntandi kann takast í nýtslu 1 ár fyrr, enn upprunaliga ætlað.