383339658 785766713556877 8454105710538843606 N
02-10-2023

79 ára gamal upp á pensión

Í dag takkaði Petur Christian Rasmussen fyri seg hjá Articon og á arbeiðsmarknaðinum yvirhøvur og fór upp á pensión, 79 ára gamal.
Petur Christian hevur arbeitt fulla tíð til denna dag og hevur verið hjá Articon hesi seinastu 22 árini av verkalívi sínum. Hevur smíðað fyri tað nógva og síðstu árini passað goymsluna á Skála.
Articon hevur 60+ politikk, sum leggur upp til, at starvsfólk eru so leingi í starvi, sum tað gevur meining, eisini eftir 67 ára aldur, og hjá Petur Christiani hevur tað givið meining við lít.
Í dag var hugnaløta á Hjalla, har Jón Sigurdsson, stjóri, takkaði Petur Christiani fyri árini og fyri stóra íkast hansara í arbeiðsplássið.
Articon ynskir Petur Christiani alt tað besta í framtíðini.