
20-12-2024
10-og 20 ára starvsdagar í ArtiCon í 2024
Í dag skipaði Articon fyri jólahugna á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá ArtiCon fara í jólaferiu. Nógv ymiskt var á skrá.
Millum annað vórðu heiðrað 11 starvsfólk, sum øll høvdu havt 10-og 20 ára starvsdag í 2024.
Tey, sum hava verið í 10 ár eru: Heini Danielsen, Jana Djurhuus, Sunnvard Andreasen, Heðin Olsen, Birgir Svavarsson, Jón í Soylu, Torkil A. Hansen og Kári Viderø Olsen (væntar á myndini)
Tey, sum hava verið í 20 ár eru: Høgni N. Thomsen, Katrin Petersen og Aksel Johannesen.
Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.
Hjartaliga tillukku við starvsdøgunum!