
21-02-2018
Gittarbjálkar reistir yvir ítróttarhøllina á nýggja skúlanum á Fløtum
Mánadagin og í gjár vórðu gittarbjálkar reistir yvir nýggju ítróttarhøllina á skúlanum á Fløtum, sum Í/F ArtiCon – Búsetur byggja. Arbeiðið hevur gingið væl. Teir 3 gittarbjálkarnir, sum eru samansettir á staðnum, viga millum 25 og 30 tons stykkið.
Í dag eru tey byrjað at leggja dekkelementir upp. Arbeiðið at byggja nýggja skúlan gongur væl.