
24-09-2010
Sáttmáli um ferjulegu í Nólsoy
Mánadagin 20. septembur skrivaðu ArtiCon og Tórshavnar Havn undir sáttmála um ger av ferjulegu í Nólsoy. Arbeiðið var boðið út í innbodnari lisitatión. Inn komu 2 tilboð - J. & K. Petersen Contractors bjóðaðu 8,7 mió.kr., meðan ArtiCon bjóðaði 4,2 mió.kr., sum svaraði til metingina hjá ráðgevanum.
Arbeiðstøkan umfatar uppgrevstur fyri fundamentum, stoyping av bryggjusíðu, -dekki og bilskráa, stálarbeiði og veiting av bryggjuútgerð. Samanlagt er talan um umleið 40 metrar av bryggjusíðu.
Arbeiðið byrjar í næstum og skal vera liðugt í mei mánaða komandi ár.