
08-11-2022
Árnafjarðartunnilin skotin ígjøgnum
Í dag varð síðsta skot latið av í Árnafjarðartunlinum. Tunnilin gongur ímillum Klaksvík og Árnafjørð og er 1.850 metrar langur. Talan er um fyrra tunnil av tveimum. Nú verður borað liðugt í tunnlinum millum Árnafjørð og Depil. Arbeiðið hevur higartil gingið væl, og Articon takkar árnfirðingum, Landsverki, LBF og LNS fyri gott samstarv.