
12-11-2021
Nýggj elementhøll hjá Articon framleiðir úr bæði timbri og betongi
Articon hevur gjøgnum árini framleitt elementir til fleiri stórar verkætlanir, tað hevur verið elementir úr bæði timbri og betongi. Í 2019 valdi Articon, so at taka hesa framleiðslu eitt stig víðari, og bygdi eina stóra elementhøll á Sundi, sum skal nýtast til at framleiða timbur elementir. Articon hevur bæði førleikar og umstøður, at framleiða bæði betong- og timbur-elementir til verkætlanir, bæði stórar og smáar. Eginframleiðslan av elementum tryggjar bæði tíðarætlanina og prísstøðið fyri kundan.