Articon loyst uppgávur í 10 ár
Síðstu dagarnar hava fleiri kanska lagt til merkis, at akførini hjá byggifelagnum Articon hava verið merkt við einum serligum 10-tali. Hetta hevur sína góðu orsøk, tí í hesum døgum eru 10 ár liðin, síðani fyritøkan var sett á stovn og legði til brots. Articon er í hesi 10 árini vaksið seg til at vera eitt av størstu byggifeløgunum í landinum.
Undir slagorðinum »Eitt trygt grundarlag« hevur Articon hesi 10 árini átikið sær hópin av bæði størri og smærri uppgávum fyri bæði almennar og privatar arbeiðstakarar. Millum størru arbeiðini teljast samferðsluhavnin á Krambatanga, um- og samanbyggingin av løgtinginum og telefonverksbygninginum, ytri parturin av vegnum millum Skála og Strendur, Hoyvíkar kirkja og skúlin við Løkin í Runavík.
Fakfólkini trívast
– Ein fyritreyt fyri tí, vit hava avrikað hesi árini, hevur verið dugnalig og vælútbúgvin starvsfólk, og vit arbeiða støðugt við at varðveita eitt fakligt og sosialt umhvørvi, so røttu fakfólkini trívast í felagnum, siga stovnararnir av Articon, Jón Danielsen, stjóri, og Niclas Joensen, fíggjarstjóri.
Tá mest var at gera, taldi starvsfólkahópurin 140, men fíggjarkreppan hevur kravt tillagingar, so starvsfólkatalið nú liggur um 100. Men hóast hetta, eru kortini onkrar størri verkætlanir í gongd, so sum skúlin á Hamrinum á Argjum og Boðanesheimið í Havn, sum júst er byrjað.
Sunnudagin 9. januar er sjálvur stovningardagurin, og verður hann hildin leygarkvøldið við einari føðingardagsveitslu í Dansifrøði, har starvsfólkini við maka umframt aðrir gestir eru bodnir við.