IMG 0896
12-01-2024

Frá skrell til skrukk – Articon ger høsnarhús úr burturkasti

Articon leggur dent á burðardygd og at fara væl við umhvørvinum. Fyritøkan hevur seinnu árini gjørt fleiri átøk í hesum sambandi, eitt nú til at skilja burturkast og til at spara upp á brennievni.

Átøk, sum hava eydnast væl. Nýggjasta átakið er at smíða høsnarhús úr tilfari, ið annars fer burtur, til dømis avskurðir av plankum, plátum og øðrum tilfari.

Høsnarhúsini hjá Articon verða seld fyri kostnaðin av arbeiðslønini, og øll fara at kunna keypa.

Fyrsta húsið er um at vera liðugt og klárt at seta til sølu. Húsini verða smíðað í góðu umstøðunum í elementhøllini hjá Articon á Sundi. Skúlanæmingar í starvsvenjing saman við handverkara framleiða høsnarhúsini.

Vónandi verður eisini hetta átak fyri burðardygdini væl móttikið.