19-01-2017
Verkfrøðislesandi liðugur við starvsvenjingina
Articon hevur regluliga lesandi í starvsvenjing frá hægri lærustovnum. Serliga er talan um tey, sum lesa byggifrøði ella verkfrøði. Í dag var seinastu arbeiðsdagur í starvsvenjingini hjá Dánjal Paula í Búðini, sum lesur verkfrøði á DTU í Keypmannahavn. Dánjal Pauli hevur roynt seg í tekniska toyminum á Hjalla og í stóru verkætlanini Norði við Strond, har Articon byggir smoltstøð fyri Bakkafrost. Starvsvenjingin hevur gingið sera væl. Dánja Pauli fer nú niður til Danmarkar at lesa víðari. Á myndini síggja vit Dánjal Paula og Tom Silvurdal, verkætlanarstjóra.