17-04-2024
Nú sæst dagur gjøgnum Húsareyn
Í dag var síðsta skot latið av fyri Húsareynstunlinum, ið knýta skal saman nýggja ringvegin í høvuðsstaðnum, úr Hoyvík yvir í Marknagil.
Fyrsta skotið var hin 8. mai í fjør, og nú, góðar 11 mánaðir og 1.700 metrar seinni, er komið ígjøgnum.
Húsareyn hevur verið eitt ringt reyn at arbeitt við. Serliga, tá ið farast skuldi ígjøgnum royðugrótið og sandgrýtið í Argjalindini. Væl hevur tó gingist, tíðarætlanin hevur hildið, og trygdin hevur altíð verið fremst. LNS, tað er norska fyritøkan, ið sprongt hevur, hevur gjørt eitt valaverk.
Nú verður dren lagt í tunnilin, og í næstum verður farið undir at gera annað leiðingsarbeiði, vatntrygging, tunnilsmunnar og el.
Húsareynstunnilin verður ætlandi liðugur seinni í ár.