
26-03-2021
Múraralærlingur í Articon fingið bronsuheiðursmerki og heiðursbræv fyri góða avrikið
Í hesum døgum eru fleiri av lærlingunum hjá Articon í Danmark og gera seg lidnar við sveinastykkið. Teir eru í læru sum byggismiðir og múrarar. Úrslitini hava verið sera góð. Tað hevur eydnast múraralærlinginum Tonni á Krákusteini at fáa bronsuheiðursmerki á múraraskúlanum í Hjørring og heiðursbræv frá Dansk Byggeri fyri góða avrikið. Tonni fekk eisini fleiri gávur í samband við góða úrslitið.
Vit eru stolt av okkara dugnaligu lærlingum og ynskja teimum hjartaliga tillukku við góðu avrikunum.