Nú er møguleiki at koma í starv hjá ArtiCon
Hesi seinastu tvey árini hevur felagið sett umleið 20 lærlingar sum ein liður í at fáa fleiri handverkarar til felagið.
Í hesi vikuni eru fleiri nýggj størv lýst leys eftir fleiri handverkarum og arbeiðsleiðara innan betong. Hetta eru góðir møguleikar fyri tey, sum ynskja eina spennandi og gevandi yrkisleið.
ArtiCon varð kosið ársins virki í 2008 og aftur í 2018. Felagið vil støðugt vera kent fyri dygdina, trygdina og trivnaðin.
Á heimasíðuni kunnu fólk lesa fleiri starvsfólkasøgur, har nøkur starvsfólk úttala seg um tað at vera í starvi hjá felagnum. Hetta gera tit á leinkjuni http://articon.fo/leys-storv/starvsfolkasogur/
Sí annars starvslýsingarnar á fylgjandi leinkju http://articon.fo/leys-storv/
Um tú kundi hugsað tær kunning um tínar møguleikar í ArtiCon, er tú vælkomin at seta teg í samband við HR-deildina, á telefon 286171 ella 350700.