27-05-2020

500 dagar á Tjarnargarði

Í dag høvdu vit ein pylsuvogn á byggiplássinum á Tjarnargarði.  Hetta var fyri at fagna, at vit hava arbeitt 500 dagar á plássinum uttan nakran skaða við fráveru. Vit eru sera takksom fyri, at okkara starvsfólk og undirveitarar eru so sera røsk at ansa eftir sær sjálvum og sínum starvsfeløgum, og at trygdin altíð verður sett í hásæti á okkara verkætlanum. Tað hava arbeitt upp til 35 fólk á staðnum.  Umframt okkara vanliga trygdararbeiði hava vit á hesi verkætlanini havt serligt fokus á Asbest, PCB og tungmetallir, tí vit eru kunnaði um, at bygningar, sum eru bygdir í 60’unum, ofta kunnu innihalda vandamikil evnir og tilfar.


Sjálv verkætlanin hevur eisini gingið væl. Eftir ætlan er klárt at fara í gongd við 2. byggistig av umbyggingini í komandi mánaða.