DSC00773
27-01-2021

Glasir og Articon royndarkoyra nýggja útbúgvingarbók

Articon hevur í nøkur ár arbeitt við burðardygd. Ein partur av burðardygdini er førleikamenningin av lærlingum. Í hesum sambandi hevur Articon virkað fyri, at lærlingar fáa eina útbúgvingarbók, so at dygdin er í hásæti bæði í skúlanum og á arbeiðsplássinum. Útbúgvingarbókin ​tryggjar, at lærlingarnir koma ígjøgnum øll økini í innihaldinum í útbúgvingunum.

Glasir hevur staðið á odda við at menna útbúgvingarbókina, ​ið er eitt virkið samskiftisamboð, har Articon og Glasir samskifta og harvið tryggja, at timburlærlingarnir røkka kravdu førleikunum innan útbúgvingina. Tilgongdin er nú komin so mikið væl áleiðis, at ein royndarverkætlan, er farin ígongd, har timburlærlingarnir hjá Articon brúka útbúgvingarbókina. Endamálið er, at allir lærlingarnir hjá Articon skulu nýta útbúgvingarbókina, sum kann vera við til at tryggja, at allir lærlingarnir fáa eina burðardygga útbúgving.