
18-12-2020
10 ára starvsdagar í Articon
Í dag hevur hugnaløta verið á Hjalla í samband við, at starvsfólkini hjá Articon fara í jólaferiu. Hóast nakrar broytingar í vanligu skránni, orsakað korona, vórðu heiðrað trý starvsfólk, sum øll hava havt 10 ára starvsdagar í 2020. Rúni Klementsen, Súni Jacobsen og Torstein Hammer hava allir verið í felagnum síðani 2010. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri teirra trúfesti og ídni.