
30-09-2021
Í dag varð fyrsta skot latið av fyri tunlunum norður um Fjall
Í dag varð fyrsta skot latið av fyri tunlunum norður um Fjall. Í hesum sambandi var hátíðarhald seinnapartin við tunnilsmunnan Árnafjarðarmegin. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, beyð fólki vælkomnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, helt røðu. Eftir røðuna læt Jørgen Niclasen fyrsta skotið av.