18-12-2020
Starvsfólk gevast vegna aldur
Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá trimum starvsfólkum, sum hava verið í felganum í nógv ár. Talan er um Michael Jacobsen, Steinbjørn Magnussen og Jógvan Hendrik Jensen, sum hava starvast í ávikavist 19, 15 og 14 ár í felagnum. Teir hava ynskt at gevast, nú aldurin var hægri enn tey 67 árini. Articon hevur ein 60+ politikk, sum sigur, at starvsfólk kunnu halda á fram at starvast, eftir at tey eru bæði 67 og 70 ár. Elsta starvsfólkið í felagnum er 78 ár. Jón Sigurdsson, stjóri, segði nøkur orð og takkaði teimum fyri trúfesti og ídni øll árini.