15Aug24 84A3253 Edited
15-08-2024

Skjøtul settur á útstykkingina Stóratjørn

Í dag hava Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sett spakan í útstykkingina Stóratjørn.

ArtiCon og Tórshavnar kommuna hava gjørt sáttmála um byggibúning av Stórutjørn. Talan er um heildararbeiðstøku. Grótið frá innkomuvegnum og Húsareynstunlinum er stuttflutt tilfeingi, tí grótið verður nýtt til útstykkingini. Av tí sama ber til at avmarka nýggja spreinging í økinum. Arbeiðið byrjar í næstum! Útstykkingin fevnir um millum 367 og 416 búeindir. Arbeiðið verður handað kommununi 1. juli 2026.