
11-11-2022
Uppíbygningurin í skúlan á Giljanesi reistur
Fríggjadagin, 4. november, varð nýggi uppíbygningurin í skúlan á Giljanesi reistur. Arbeiðið, sum er ein høvuðsarbeiðstøka, fevnir um uppíbygningin, ið er 580 fermetrar í tveimum hæddum, og eitt tøknirúm á triðju hædd. Sum partur av verkætlanini er gamli skúlin niðurtikin, og nýggjar hitaleiðingar eru lagdar til ítróttahøllina. Arbeiðið gongur sum ætlað.