![11Des24 84A5473](https://articon.cdn.fo/savn/lrijigyn/11des24_84a5473.jpg?width=667&rmode=upscale&s=UhtANxJjS7IYbK7oMxIrz4x6dio)
13-12-2024
Reisa nú veggirnar á nýggju Alvalon
Fyrireikingarnar til útbyggingina av dagstovninum Alvalon í Sørvági ganga væl. Liðugt er at planerað, leiðingar eru lagdar, og fundamentini eru stoypt.
Í komandi viku stoypa vit eisini fyrstu veggirnir, áðrenn vit fara í jólafrí.
Ovaru hæddirnar á bygninginum vera úr timbri. Elementini verða smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi og eru skjótt klár at seta upp.