Nýggj Farstøð og Tænastubygningur á flovøllinum.JPG
08-10-2012

Nýggj Farstøð og Tænastubygningur á flovøllinum

Vit vóru sera fegin 27. september, tá sáttmálin við Vága Floghavn um bygging av nýggjari farstøð tænastubygningi loksins bleiv undirskrivaður.

Á lisitatiónini 27. juli hevði ArtiCon lægsta boðið upp á 125 mió.kr. Ráðgevaratoymið Faerport hevði mett kostnaðin at vera 102 mió.kr. Tí settu partarnir seg niður fyri at gera umraðfestingar og tillagingar, soleiðis at partarnir kundu nærkast hvørjum øðrum. Dúgliga hevur verið arbeitt, og allir partar hava víst góðan vilja til at náa einum úrsliti, sum øll kundu vera nøgd við. Partarnir samdust um eina sáttmálaupphædd á slakar 110 mió.kr.

Umframt sjálva farstøðina og tænastubygningin umfatar arbeiðið nýtt parkeringsøki til nógvu bilarnar, sum økjandi flogferðslan viðførir, komu- og fráfaringarvegir, uppfylling v.m.

Farið verður undir arbeiðið um mánaðarskiftið oktobur/novembur, og ætlandi verður arbeiðið liðugt á vári 2014.