18-03-2023
Trýssaradagur hjá Articon
Í gjár hevði Articon eitt 60+ tiltak fyri teimum starvsfólkum sínum, sum eru vorðin trýss ár og eldri. Starvsfólk, sum eru givin vegna aldur luttóku eisini á tiltakinum. Upplýst varð um tilboð og møguleikar á arbeiðsmarknaðinum, tá ið man fer um tann aldur.
Summi av starvsfólkunum hava valt at fara upp á pensión, men onnur arbeiða enn fulla tíð, hóast tey hava sneitt um hálvfjerðs.
So varð farið á Hotel Hafnia. Her greiddi leiðslan hjá Articon frá um virksemi og framtíðarætlanir felagsins, og BankNordik kunnaði um pensiónir og tryggingar.
Rundað varð av við einum góðum døgurða og nøkrum fínum countrysangum frá Magna Christiansen.
Fyrstu ferð, Articon hevði trýssaradag, var í 2019. Tá sum nú var niðurstøðan, at tørvur er á slíkari kunning, so vit skipa fyri henni aftur næstu ferð.