
15-01-2021
Lærlingur liðugur við sveinastykkið
Í dag er Høgni Joensen, timburlærlingur, liðugur við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein lítil hátíðarløta á Glasir í Tórshavn og høvi at síggja sveinastykkið hjá Høgna.
Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Høgni verður útlærdur. Vit ynskja honum hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.
Her síggja vit Høgna avmyndaðan við Bjarke B. Thastrup, meistari hjá honum í ArtiCon.