
02-05-2022
Articon og Tórshavnar kommuna undirskrivað sáttmála
Tórshavnar kommuna og Articon hava undirskrivað sáttmála um vegagerðina omanfyri Argjahamar. Har verður ein stór útstykking gjørd í framtíðini. Fyri at útstykkingin kann gerast, skal vegagerðin gerast fyrst. Vegurin verður umleið 600 metrar.