Kenneth og Dánjal.jpg
26-06-2018

Uppliva eina spennandi yrkisleið í Articon

Prógvhandan var á skúlaheiminum við Marknagil seint seinnapartin ígjár. Prógvhandanin var fyri tey, sum hava lokið prógv innan tær hægri útbúgvingarnar á Glæsir.

Millum tey, sum fingu handað prógv, vóru Dánjal Sørensen og Kenneth á Argjaboða. Dánjal og Kenneth fingu handað pórgv fyri at hava lokið útbúgvingina sum byggitøkningar.

Bæði Dánjal og Kenneth byrjaðu sína yrkisleið í ArtiCon sum handverkara lærlingar. Tá útbúgvingin sum handverkari var liðug, og teir høvdu fingið nakrar arbeiðsroyndir, fóru teir undir víðari útbúgving sum byggitøkningar.

Bæði Dánjal og Kenneth halda fram á síni yrkisleið í felagnum sum arbeiðsleiðarar. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við útbúgvingini og blíðan byr víðari á yrkisleiðini.